top of page

BYGGIMÁLSUMSITING

Bygningskunngerðin 2017 (BK17) kom í gildi 1. januar 2017, og við henni er byggimálsumsitingin blivin meira torgreidd og krevjandi hjá kommununum at umsita.  

 

Ein háttur at loysa hesa avbjóðing er við at lata ráðgevarar átaka sær teknisku byggimálsviðgerðina

- SNA hevur longu royndir at veita kommunum tílíka ráðgeving innan byggimál. Við øllum fakligu førleikunum samlaðum á einum stað, verða byggimálini viðgjørd bæði skjótt og væl.

 

Byggimálsviðgerðir skulu taka atlit til galdandi lóggávur á økinum; eitt nú BK17 og galdandi almennar- og serstakar byggisamtyktir.

 

SNA kann í hesum sambandi eisini átaka sær arbeiðið við tillaging av byggisamtyktum. Hetta arbeiðið umfatar alla samskipan í samband við gjøgnumgongd og dagføring av galdandi byggisamtyktum, soleiðis at samsvar er við eitt nú ásetingarnar í BK17.

 

Herumframt hevur SNA royndir við nýgerð av økis- og býarætlanum, ið er ein gjøgnumgongd og skráseting av mentanarøkjum, upptekning av kortum, og tekstur ið lýsir mál og visjónir fyri økir- og býarpartar í kommununum.

bottom of page