FM
Ofta standa bygningar fyri einum lutfalsliga stórum parti av rakstrarútreiðslum, bæði hjá almennum og privatum fyritøkum. Hugtakið Facilities Management – FM – verður brúkt bæði undir sniðgeving og í sambandi við rakstur av bygningum, og alt sum liggur harímillum. FM umfatar tekniska ráðgeving innan eitt nú heildarútreiðslur (totaløkonomi), rakstur og viðlíkahald av bygningum.
Ein burðardygg fyritøka eigur eisini at reka sínar bygningar burðardygt, og eigur havið eisini at kunna gera hetta sjónligt. Hjá bæði byggiharra og tí sum rekur bygningin er nógv at vinna við skraddaraseymaðum FM-loysnum og -skipanum:
-
Tilvitað tilfarsval og sniðgeving við atliti at skynsomum rakstri
-
Bygningurin heldur eitt støðugt søluvirði
-
Her slepst undan óvæntaðum útreiðslum
-
Tú hevur til eina og hvørja tíð yvirlit yvir støðuna hjá bygninginum.
Flestallar FM-skipanir verða stuðlaðar av talgildum loysnum. Vit hava royndir við fleiri ymiskum sløgum av FM-skipanum. Talgildar FM-skipanir kunnu stuðla undir strategiinina fyri burðardygd hjá fyritøkuni og skjalprógva effektina.
FM til bygningar í gerð
Longu tá bygningurin verður sniðgivin, er týdningarmikið at geva sær far um tilfar, samsvar millum bygningslutir, orkuval og orkuoptimering, livitíð hjá tilfari, viðlíkahald og reingerð. Tí hetta hevur alt stóra ávirkan á raksturin hjá bygninginum, fyri livitíðina hjá bygninginum og útreiðslur til viðlíkahald.
"Vit leggja stóran dent á at kunna okkara byggiharrar um týdningin av hesum valum, eisini í heildarøkonomiskum høpi, har samanhangurin millum byggiútreiðslur og eftirfylgjandi rakstrarútreiðslur verða lýstar. Eisini leggja vit upp til, at støða verður tikin til burðardygdina í bygninginum longu undir sniðgevingini. Hetta umfatar millum annað val av tilfari sum fer væl um náttúruna, eisini í rakstrartíðini."
Vit hava royndir at brúka talgildar skipanir at skráseta bygningin. Tá kunnu vit flyta dátur frá prosjekteringsfasuni til viðlíkahaldsætlanina fyri lidna bygningin. Hetta kann vera sum natúrligur partur av skrásetingini í BIM, tá bygningurin verður sniðgivin. Tá er lutfalsliga einfalt at geva eitt boð upp á eina haldgóða rakstrar- og viðlíkahaldsskipan longu áðrenn byggingin fer í gongd!
FM til verandi bygningar
Hjá SNA eru vit roynd at veita ráðgeving í FM bæði til kommunur, almennum myndugleikar og fyritøkur í sambandi við rakstur og viðlíkahald av verandi bygningum. Fyrsta stigið í hesum førum er ofta at gera eina støðulýsing av bygningunum, sum støði undir at gera eina rakstrar- og viðlíkahaldsskipan yvir til dømis 10-30 ár.
Okkara starvsfólkahópur hevur førleikar innanfyri ymisk øki, sum merkir, at vit kunnu ráðgeva um øll viðkomandi øki innanfyri FM so sum val av byggitilfari, konstruktiónsuppbygnað og orkukeldur.