top of page

Byggiharri: Tórshavnar Kommuna

 

Skúlin verður bygdur sum deildabýtt bygging, sum setur næmingarnar í miðdepilin. Bygningurin verjir minsta næmingin í hansara deild og gevur honum tí møguleika at taka við avbjóðingum, tá ið hann er búgvin til tað.

Talan er um ein livandi bygning, sum livir saman við grannalagnum, har tú kanst røra teg, menna teg og liva. Bygningurin er sum eitt lívshjól, ein lívsleið. Tú byrjar niðast og veksur so við bygninginum og mennist, sum tú flytur teg upp gjøgnum hann. Tá ið tú ert komin upp á tindin, ert tú til reiðar at fara á flog. Deildirnar, sum næmingarnir við árunum arbeiða seg upp ígjøgnum, liggja kring felagshølið, sum verður hølið, rúmdin, sum myndar mergin í húsinum og fevnir um uppvøksturin hjá næmiginum. Felagshølið skapar fysiskt og visuelt samband ímillum tær ymisku deildirnar og partarnar: Grunddeild, miðdeild og hádeild umframt ymisk høli til felags- og serlærugreinar.

Torgið

Tann stóri bygningskroppurin verður bygdur upp kring eitt felagstorg við trimum ørmum, sum verða bygdir inn í landslagið, og sum fara at hýsa teimum trimum deildunum. Kring sonevnda Torgið verða felagsfunktiónir við tøttum sambandi út í tær tríggjar deildirnar. Deildirnar verða undiruppbýttar í garðar og tún við flokshølum við størri og smærri sonum til ymiskt námsfrøðiligt virksemi á ymsum stigi. Íblásturin til bygnaðin inni í skúlanum er býurin við sínum almennu plássum við almennum funktiónum og býlingurin við túnum og húsum rundanum.

Fram við skúlastrætinum, Orminum langa, verða ymisk rúm, har fólk kunnu hittast og savnast. Á tí stóru trappuni við tað stóra Torgið fara allir næmingarnir at kunna savnast, til dømis um ymisk felagsevni, móttøkur ella felagssang. Tað ber til at lata upp ímillum tónleikarúmið og fimleikahøllina og eisini inn á Torgið, so at orkestrið kann spæla til veitslu, ella tú kanst seta teg í eina sofu fyri teg sjálva/n at fyrireika teg til skúlan í morgin.

 

Kring Torgið verða nakrar felagsfunktiónir, sum geva eitt livandi og fjølbroytt umhvørvi, eitt nú kantina, ymiskar tænastufunktiónir og bókasavn.  

 

Grøni skúlagarðurin

Nærumhvørvið kring skúlan er fjølbroytt og fevnir eitt nú um sethús við urtagørðum, vinnuvirksemi, frílendi og ymisk undirvísingar- og ansingartilboð. Hetta fjølbroytnið skal síggjast aftur í tí nýggja skúlagarðinum, og serliga við atlti at vøkstri eru møguleikarnir góðir fyri at skapa eitt fjølbroytt øki, bæði tá ið um útsjónd og funktión ræður. Útiøkið kring tann nýggja skúlan kann gerast eitt grønt øki, ein býarlund, sum verður ein miðdepil í býarpartinum.

 

Tey grønu útiøkini hava ein sera týðandi leiklut í sambandi við tann nýggja skúlan. Útiøkini skulu vera meira enn bara spælipláss í fríkorterinum. Tey skulu eggja skúlabørnunum til at spæla og røra seg og stimbra læringina um náttúruna, umhvørvið og mannakroppin. Útiøkini skulu samstundis geva møguleika fyri hvíld og ró og at gagnnýta náttúruna og tær rávørur, hon bjóðar.

 

Sum heild ber til at siga, at tann stóra fløtan og tann nýggi skúlin verða at renna saman í eina nýggja heild, har bygningurin stundum vinnur á landslagnum og landslagið stundum fer yvir og undir bygningin. Bygnaðurin verður einfaldur, soleiðis at tað verður lætt at byggja skúlan í trimum stigum sum lýst niðanfyri.

Fólkaskúli í Tórshavn - uppskot

visualisering trappan
Støðumynd minkað
visualisering_minkað
fuglaperspektiv_minkað
iso
iso_stór
Eysturframsíða 1_200
Sudurframsída 1_200
skurður B
Skurður A
útsíða
serskurður
SECTION_FACADE_1_A
flatmynd 1. hædd
Flatmynd 2. hædd
flatmynd 1. hædd
Flatmynd 2. hædd
bottom of page