top of page
Search

SNA og Árni Winther Arkitektar nú sama fyritøka


Arkitektavirkið hjá Selmari Nielsen, SNA, hevur frá 7. november 2017 at rokna yvirtikið virksemið hjá Árna Winther Arkitektum. Endamálið er at savna royndir og førleikar í einum sterkum føroyskum arkitekta- og ráðgevingarvirki, sum skal kunna kappast í Føroyum og uttanlands. SNA og Árni Winther Arkitektar hava samstarvað tætt um fleiri stórar og krevjandi verkætlanir seinnu árini, eitt nú útbyggingarnar av Vága Floghavn, Landssjúkrahúsinum og Sundsverkinum. At savna virksemið hjá feløgunum er tí eitt natúrligt stig at taka. ”Við hesi samansjóðing fáa vit ment eitt sterkt føroyskt arkitekta- og ráðgevaravirki, sum bæði kann gera seg galdandi í Føroyum og uttanlands, tí vit fáa uppaftur fleiri førleikar og royndir í starvsfólkahópin. Allar verkætlanir, sum longu nú eru í gongd hjá feløgunum báðum, halda fram sum ætlað,” sigur Selmar Nielsen, stjóri í SNA. Árni Winther læt arkitektastovu upp í Føroyum í 1979. Eftir 38 ár sum stjóri í egnari fyritøku er tíðin komin at tryggja, at virksemið heldur fram í eini størri og sterkari føroyskari fyritøku, heldur hann. ”Nógv er broytt í ráðgevaravinnuni seinastu áratíggjuni. Verkætlanirnar gerast alsamt størri og krevja fleiri serførleikar. Fakliga gevur hetta stigið tí góða meining, tí við hesum verður ein fyritøka skapt, sum er før fyri at loysa uppaftur størri og meira avbjóðandi uppgávur,” sigur Árni Winther, sum heldur fram sum arkitektur í fyritøkuni. Átta fólk starvast hjá Árna Winther Arkitektum. Tey halda øll fram hjá SNA, har 18 fólk starvast frammanundan. Bústaðurin verður frá ársskiftinum Landavegur 9, har SNA heldur til. Nøvnini SNA og Árni Winther Arkitektar fara eina tíð at verða brúkt sum felags búmerki. Stjóri í fyritøkuni verður framvegis Selmar Nielsen. ”Vit eru sera fegin um at hava fingið so dugnalig fakfólk aftrat okkum í SNA. Hendan samansjóðingin er ein liður í okkara strategisku ætlan at menna og styrkja fyritøkuna uppaftur meira,” sigur Selmar Nielsen.


434 views

Recent Posts

See All
bottom of page