Í dag skrivaðu SEV og Norcon undir sáttmála um stórarbeiðstøku til Koblingarstøðina í Heiðunum í Porkeri.
Boðini umfata eina stórarbeiðstøku og tvær fakarbeiðstøkur (EL og HVS). Fyri stórarbeiðstøku komu inn 3 tilboð, har 5 arbeiðstakarar vóru bodnir at bjóða. Fyri fakarbeiðstøkuna EL komu 3 tilboð av 5 innbodnum inn, meðan tað fyri HVS bert kom eitt tilboð. Byggiharrin hevur tikið ta støðu at fara í sáttmálasamráðingar við allar teir lægstbjóðandi.
SNA stendur fyri projektering (høvuðsráðgevi), byggileiðslu og eftirliti. Verkætlanin er ætlað at vera liðug 31. august 2021.
Á myndini eru tað Harley Joensen, byggileiðari hjá SNA, Høgni Hansen, deildarleiðari fyri Verkfrøði hjá SEV, og Hjalmar Magnussen, stjóri í Norcon.
Comments