top of page
Søg

SNA leitar eftir dugnaligum projektleiðara, byggileiðara og málsarkitekti

  • Forfatters billede: Teitur Magnusson
    Teitur Magnusson
  • 7. apr.
  • 1 min læsning



SNA leitar eftir dugnaligum projektleiðara, byggileiðara og málsarkitekti


Um okkum:

SNA er ein arkitekta- og ráðgevarafyritøka. Vit arbeiða við einum breiðum vavi av verkætlanum – alt innan arkitektafakið, frá hugskotsmenning til ráðgeving og verkætlanarleiðslu. Við einum sterkum toymi av arkitektum og øðrum fakfólkum leggja vit dent á at skapa funksjonellar, sniðgóðar og burðardyggar loysnir, til gagns fyri okkara kundar og samfelag.


Hvat vit leita eftir:

Vit ynskja at hoyra frá eldhugaðum og royndum projektleiðarum, byggileiðarum og arkitektum, sum hava áhuga fyri at arbeiða við spennandi verkætlanum innan arkitektafakið og byggivinnuna, og saman við okkara toymi veita kundum okkara tað bestu tænastuna.


Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur royndir innan verkætlanarleiðslu, byggileiðslu ella sum arkitektur

  • Hevur viðkomandi útbúgving, innan arkitektur, byggi- ella verkfrøði

  • Góðar førleikar innan samskifti og leiðslu

  • Ert skipað/ur og arbeiðir sjálvstøðugt

  • Dugir at halda tíðarætlanir og arbeiðir miðvíst eftir settum málum

  • Hevur gott yvirlit yvir byggitilgongdir og dugir at samansjóða ymisk arbeiðsøki


Arbeiðsuppgávur kunnu m.a. fevna um:

  • Leiðslu og dagliga umsiting av verkætlanum

  • Samskipan við arkitektar, kundar, arbeiðstakarar og onnur fakfólk

  • Tryggja at tíðarætlanir og fíggjarætlanir verða hildnar

  • Skráseting og frágreiðingar til viðkomandi partar

  • Menning av byggiverkætlanum

  • Tryggja, at loysnir lúka krøv og lógarkarmar


Treytir:

Løn og arbeiðstreytir eru eftir avtalu, við atliti til royndir og førleikar.


Set teg í samband:

Um tú kennir teg aftur í lýsingini, ella hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á teldupostinum sn@sna.fo ella á telefon nr. 554812.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Umsóknarfreistin er fríggjadagin 18. Apríl 2025.


Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

 
 
 

Comments


bottom of page