SØGA OKKARA
Í eini 24 ár hevur SNA verið við til at mynda føroyskan arkitektur. Selmar Nielsen, arkitektur MAA, stovnaði virkið í 2001 og hevur havt dagligu leiðsluna um hendi øll árini. SNA er kent fyri at hava teknað og prosjekterað eina røð av eyðsýndum bygningum – frá verkætlanum innan býarráðleggjan til undirvísingar- og stovnsbygging umframt fjøltáttaða vinnu- og bústaðarbygging. Vit hava sostatt verið við til at ment okkara samfelag við vitalum funktiónum, so sum el-veiting, sjúkrahúsi, skúlum og stovnum, røktarheimum og býarplanlegging.
Vit hava føroyskt kjølfesti við høvuðsskrivstovu í Tórshavn, her eyðkenda umhvørvið tætt við harðbalnu náttúruna er týdningarmesta keldan til íblástur. Síðan 2015 hevur SNA havt teknistovu í Keypmannahavn, haðani vit eisini hava loyst uppgávur í Danmark.
Í 2017 løgdu SNA og Árni Winther Arkitektar saman, eftir at vit í fleiri ár høvdu samstarvað í samtakinum, FAERPORT – portrið til Føroya. Saman prógvaðu vit, at strategiin við samtakinum riggaði væl, bæði við útbygging av Vága Floghavn, Landssjúkrahúsinum og við Sundsverkinum. Árni Winther Arkitektar hava ímyndað føroyskan arkitektur í meir enn ein mansaldur. Við samanleggingini gjørdust vit før fyri at varðveita okkara samleika við fjøltáttaðum førleikum og fingu uppaftur fleiri dygdir og royndir.
Við umleið 15-20 starvsfólkum eru vit størsta arkitektfyritøkan í landinum. Vit hava eitt sterkt toymi sum rúmar teim evnum og tí serkunnleika, sum skulu til í verkætlanum, sum við tíðini eru vorðnar bæði størri og torgreiddari enn fyrr. Starvsfólkabýtið er á leið javnt millum arkitektar og byggifrøðingar umframt umsiting. Fleiri starvsfólk hava drúgvar royndir innan prosjektleiðslu.