top of page

TEKNISTOVA OKKARA

Teknistova okkara í Havn er í gamla Málingahandlinum á Landavegnum og er innrættað sum opið skrivstovulandslag. Hetta passar stak væl til okkara uppgávur. Dagarnir eru ógvuliga fjølbroyttir. Tað eru verkætlanirnar, sum stýra virkseminum. Vit hava nógvar fundir og nógv samskifti við brúkarar, byggiharrar, byggileiðarar, arbeiðstakarar og samstarvsfelagar. Aðrar dagar fer tíð til at fordjúpa seg í sniði og tekningum. Eisini leggja vit okkum eftir at vera til staðar á byggiplássum. Alt fyri at tryggja, at verkætlanirnar ganga sum ætlað frá byrjan til avhending. Tað er ein serstøk gleði at sleppa at fylgja eini tilgongd líka frá brúkarasamskifti til sniðgeving, og til tú stendur við einari lidnari verkætlan. Tó at vit kanska eru kend fyri hava nógvar og víðfevndar uppgávur, dámar okkum eisini at fordjúpa okkum í smærru uppgávunum. Tað skapar variatión og nýggjan íblástur.

"Bygnaðurin hjá SNA er flatur, og leiðslan vísir okkum álit og ábyrgd. Vit hava frælsi at virka sjálvstøðugt og mennast í uppgávunum og hava altíð fremstu arbeiðsútgerð og forrit."

Umhvørvið á teknistovunum hjá SNA er merkt av ídni, og okkara arkitektar og byggifrøðingar eru fakliga sterkir og fleiri hava eftirútbúgvingar fyri at koma i fremstu røð. Vit kenna týdningin av góðum samstarvi. Bæði innanhýsis og uttanhýsis við samstarvsfelagar og kundar okkara. Við umleið 20 starvsfólkum eru vit fleksibul og kunnu manna upp við stuttum skotbráði.

Gjøgnum arbeiðsdagin kunnu vit sparra, so hvørt sum vit møta avbjóðingum. Tað situr altíð onkur nakrar fáar metrar frá, sum ein kann spyrja. Hjá SNA er servitan og førleikarnir nógvir, so ein fær góð svar í húsinum. Vit duga heilt væl at deila okkara vitan, og dúva nógv upp á royndirnar hjá hvør øðrum. At vit eru nógv í tali ger, at her er livandi. Á teknistovuni er góð javnvág millum tað formliga og tað óformliga, sum hevur við sær eitt dámligt og virðiligt huglag.

bottom of page