VISUALISERING
3D-visualisering er eitt amboð til at vísa teir eginleikarnar í einum bygningi, sum hava serligan týdning fyri verkætlanina. Hetta er galdandi uttan mun til, um talan er um stóran byggning sum traðkar týðiliga fram í umhvørvinum, ella tá tað er eitt ellisheim, har dentur er lagdur á tryggleika og eitt fjálgt huglag. Her ber til at vísa á hugskot, sum liggja til grund fyri fyri verkætlanini og á potentialið á ein hátt, har eitt nú tilfar, stemningur, rúmd og ljós eisini sleppa at tala.
Vit arbeiða við 3D-visualisering í sambandi við kappingar, skistuuppskot og prosjektering. Hetta kann vera ymsastaðni í eini verkætlan. Tað kann vera mitt í tilgongdini, har byggiharrin hevur brúk fyri at fáa inntrykk av ávísum parti av byggingini. Tað kann eisini vera ein endalig verkætlan, har arkitekturur, landslag og samlað úttrykk skulu framhevjast.
"Fyri at vísa á rætta potentialið í eini visualisering er eyðsæð, at vit leggja okkum eftir at gera visualiseringar sum eru veruleikanærar og sannførandi. Tað merkir, at tær taka støði í føroyskari mentan: veðurlagi, ljósi, gróðuri, lutum, stíli og klæðum sum vit kenna okkum aftur í. Vit vita, hvat riggar í ymsu støðunum."
Visualiseringar kunnu umfata virtual reality, har tað ber til at hyggja kring seg við sokallaðum VR-brillum og á hendan hátt uppliva rúmið, sum stóð tú inni í tí sjálvur.
Vit kunnu eisini gera 3D-visualisering í verkætlanum, sum vit annars ikki eru partur av. Tað vil siga, at tú letur okkum tekningar, skitsu, ella flatmyndir, sum vit gera 3D-modell og visualisering eftir. Vit samskifta um víðari tilgongdina, har tú fært høvi at koma við viðmerkingum. Soleiðis kunnu vit í felag røkka einum úrsliti, sum er dygdargott og nøktandi.
Niðanfyri eru dømi um okkara visualiseringar. Tú kanst víðka myndirnar við fyrst at klikkja á, og síðani trýsta á pílarnar til víðkan. Tá koma alskyns smálutir fram.